Stovna eitt Newton-rúm
Eitt Newton-rúm bjóðar undirvísing innan náttúruvísindi, tøkni, verkfrøði og støddfrøði. Undirvísingarætlanirnar hjá Newton-rúmunum verða nevndar Newton-modul. Tann námsætlanargrundaða undirvísingin er fjølbroytt og leggur dent á læring gjøgnum verkligt virksemi.