Betri læringsgongd og jaligar læringsupplivingar
Eitt Newton-rúm bjóðar undirvísing innan náttúruvísindi og tøkni; Newton er partur av íløguni hjá økinum í STEM. Undirvísingin í Newton tekur støði í námsætlanum, er verklig og kanningarkend. Børn og ung, ið vitja eitt Newton-rúm, eiga at fáa størri læringsúrslit og jaligar læringsupplivingar við at nýta spennandi útgerð, eitt lokkandi fysiskt læringsumhvørvi og dygdartryggjaðar undirvísingarskrár.