aapning_aalesund_DSC_0194.jpg

Vilt tú stuðla einum Newton-rúmi? 

Stuðul frá vinnulívinum gjøgnum fíggjarligt íkast ella aðrar veitingar er ein ómetaliga dýrmætur lykil til framburðin hjá Newton-rúmunum.
Vit trúgva á, at vinnuligar íløgur í STEM eru avgerandi fyri framtíðar rekruttering av einum evnaríkum og eldhugaðum arbeiðsmegi í næstan øllum vinnugreinum kring heimin.

Við at stuðla einum Newton-rúmi kann títt virki hjálpa til við at geva børnum og ungum í tínum øki ávirkanarmiklar upplivingar og varandi STEM-førleikar gjøgnum okkara sermerktu námsfrøðiligu atgongd.

Gerst partur av 200+ øðrum virkjum

sum hava stuðlað stovnanini og víðari menningini av Newton-rúmum í sínum økjum! 
Við at samstarva við Newton-rúm fer títt virki at: 

  • Betra um dygdina á lokalu STEM-undirvísingini
  • Økja sjónligleikan hjá tíni vinnugrein fyri børnum og ungum í tínum lokalsamfelag
  • Hjálpa til við at skapa eitt stuttligt, viðkomandi og serstakt undirvísingarrúm við langskygdum sjónarhorni
  • Lata títt íkast til menningina av útbúgvingarligum STEM-skrám
Tað er lætt at stuðla einum verandi lokulum Newton-rúmi í tínum øki – nýggj útgerð, flutningskostnaður hjá næmingum ella ein fíggjarlig peningagáva til umbygging av hølunum eru dømi um møgulig íkøst. Stuðul til at menna nýggjar Newton-eindir (okkara undirvísingarskrár) er eisini møguligur.

Set teg í samband við títt lokala Newton-rúm

Ágóðar: 
Størsti fyrimunurin við at stuðla einum Newton-rúmi er sjálvandi gleðin av at geva aftur til lokalsamfelagið og betra um STEM-undirvísingartilboðið í økinum. Ein eyka ágóði er størri miðlaumrøða og -sjónligleiki fyri títt virki. Títt virki verður eisini umboðað á heimasíðuni hjá Newton-rúminum og í sjálvum tí fysiska Newton-rúminum, ið tú stuðlar.

Fært tú ikki samband við títt lokala Newton-rúm, set teg so í samband við FIRST Scandinavia. 

Er einki Newton-rúm í tínum øki enn, kanst tú hjálpa til við at seta eitt á stovn gjøgnum eitt fíggjarligt íkast.

Vilt tú lata eitt íkast?

“
I am really pleased that young people in Dingwall and across Ross-shire will be able to benefit from this innovative learning experience at Dingwall Town Hall. High Life Highland works closely with HIE and I am delighted to see our partnership develop further to bring this new chapter in STEM education to the area and look forward to hearing about the differences this will make to young people across the region
Steve Walsh, chief executive of High Life Highland