Hvør kann seta eitt Newton-rúm á stovn?
Øll í vinnulívinum eru vælkomin at hjálpa til við at seta Newton-rúm á stovn og harvið gera eina dýrmæta íløgu í STEM-undirvísing í sínum øki.
Newton-hugtakið er ikki bert viðkomandi fyri vinnugreinar við denti á STEM, men fyri eitt og hvørt virki, ið ynskir at stuðla og gera íløgur í sítt lokalsamfelag.
Íløgan speglar eitt ynski um at betra um útbúgvingina hjá børnum og ungum í økinum, og virðismetir eina serstaka og verkliga atgongd til undirvísing og læring.