Um Newton
Newton-rúm bjóða verkliga undirvísing innan náttúruvísindi, tøkni, verkfrøði og støddfrøði (STEM) til skúlar og barnagarðar.
Gjøgnum dygdargóðkendar og námsætlanargrundaðar undirvísingarætlanir sleppa børn og ung at royna spennandi útgerð og fjølbroyttir og kanningarkendir arbeiðshættir.
Newton-rúm eru vanliga ogn hjá og verða rekin lokalt av kommunum ella sýslum, og tey kunnu eisini fáa stuðul frá vinnulívinum.
Eitt Newton-rúm kann vera staðsett í ella nærhendis einum skúla, ella tætt við eitt vinnuøki ella vinnuvirksemi.
Krøv til Newton-hugtakið
Ein væleydnað rakstur av einum Newton-rúmi krevur ein felags pall og felags leikreglur:
- Setur sjóneykuna á náttúruvísindi, tøkni, verkfrøði og støddfrøði (STEM)
- Nýtir góðkend Newton-modul
- Er knýtt at einum viðkomandi staðbundnum/tjóðskaparligum útbúgvingarmyndugleika
- Hevur lærara/lærarar við góðum fakligum og námsfrøðiligum førleikum
- Nýtir útgerð, sum elvir til læring gjøgnum virksemi
- Er atkomiligt fyri skúlar
- Eftirmetir leypandi undirvísingartilboðið
- Er sjónligt og virkið á newtonroom.com
- Boðar árliga frá til Newton-liðið hjá FIRST Scandinavia
- Fylgir galdandi leikreglum innan fyri Newton-hugtakið