Newton-Modul
Undirvísingartilgongirnar í Newton-rúminum verða nevndar Newton-modul. Hesi eru ment av Newton-lærarum ella øðrum fakfólkum í netverkinum.
Newton-modulini verða royndarkoyrd við næmingum, áðrenn tey endiliga verða góðkend av námsfrøðiliga tominum hjá FIRST Scandinavia. Ein tjóðarútbúgvingarstovnur virkar sum triðjaparts eftirlitsstovnur. Hetta merkir, at alt undirvísingartilfar í einum Newton-rúmi verður dygdarmett við atliti at bæði fakligum og námsfrøðiligum innihaldi. Eftir góðkenning verður modulið deilt við Newton-netverkið, so øll Newton-rúm kunnu taka modulið í brúk.
Uppbygnaðurin av Newton-modulunum
Eitt Newton-modul er bygt upp á henda hátt:
- Fyrireiking í skúlanum
- Dagurin í Newton-rúminum
- Eftirarbeiði í skúlanum
Í Newton hava vit eitt modulbókasavn við modulum til allar aldursbólkar, líka frá barnagarði til miðnámsskúla. Modulini eru væl fest í tjóðarligu námsætlanunum, og tí bæði kann og eigur ein vitjan í Newton-rúminum at vera partur av dagliga virkinum hjá skúlanum.
