Undervisning i Newton rom.jpeg

Undirvísingarmeginreglur

Ein vitjan í einum Newton-rúmi hevur tvey mál.
NÆMINGAR EIGA AT FAGA EITT HØGT ÚRTØK AV LÆRINGINI

Undirvísingin í einum Newton-rúmi eigur áhaldandi at seta sjóneykuna á at fremja læring. Virksemi og hættir verða vandiliga valdir út frá hesi meginreglu. Í Newton-rúminum hava næmingarnir tíð til at kava djúpt niður í evnið, umframt tíð til umhugsan, at menna fatan gjøgnum verklig virksemi og ástøði, og at finna samanhangir í hesum. Á henda hátt leggur Newton til rættis fyri djúptøknari læring.
NÆMINGAR EIGA AT FÁA EINA JÁKVÆÐA LÆRINGSUPPLIVING
Dømi um jákvæðar læringsupplivingar eru ein kensla av at eydnast, eldhugur, at uppdaga eitt nýtt áhugamál, samstarv, stuttligt samspæl við Newton-læraran, eygnaopnandi upplivingar ella góð avrik og hugur at læra.
principals in Newton.jpg
Newtons Principles in teaching