Sniðgev og virka
Eitt Newton-rúm eigur at vera eitt lokkandi og gevandi læringsumhvørvi. Serstøk, tillagað snið gera hvørt Newton-rúm sermerkt, men yvirskipaða málið er altíð hentleiki og serstøk dygd.
Undirvísingin í Newton-rúmum er dynamisk og fjølbroytt, og rúmið hókar væl til næmingar í øllum aldursbólkum. Hartil skulu Newton-rúmini tillagast einari breiðari røð av modulum, sum eru undirvísingarætlanirnar í einum Newton-rúmi. Hetta krevur høli, sum eru liðilig, tá ið ræður um innbúgv og nýtslu av rúminum.
Einstøk Newton-rúm kunnu vera ymisk til støddar, men eitt víddarmát millum 150 m² og 250 m² verður mælt til.
Eitt Newton-rúm hevur vanliga eitt høvuðsrúm við arbeiðsplássum, eitt samstarvsøki til bólkakjak og umhugsan, eitt royndarstovuøki, eitt goymslurúm, eitt klædnarúm og eitt arbeiðspláss ella eina skrivstovu til Newton-lærararnar. FIRST Scandinavia samstarvar við hvørt einstakt staðbundið Newton-rúm-verkætlanarlið um at menna sergjørdar loysnir.