Operation and ownership.jpg

Rakstur og ognarskapur

Hugtakseigarin FIRST Scandinavia leitar miðvíst eftir samstarvi við Newton-rakstrarfelagar (Newton Operational Partners – NOP) í hvørjum einstøkum landi. 
Eitt samstarv gevur NOP møguleika at gerast partur av einum sterkum, royndum og vaksandi hugtaki.

NOP er fyrsti kontaktpersónur og hevur ábyrgdina av útbreiðsluni av Newton-rúmum í viðkomandi landi, umframt at stovna samstørv við ein tjóðskaparligan útbúgvingarstovn til dygdartrygging av teimum Newton-modulum, sum verða ment í landinum.
í Noregi
Newton-rúmini í Noregi eru ogn hjá og verða rekin lokalt av kommunum, í samstarvi við fylkiskommunur og vinnulívið.

Tann regionali útbúgvingarmyndugleikin hevur avgerandi týdning fyri ein væleydnaðan Newton-rakstur. Tað er útbúgvingarmyndugleikin, sum letur útbúgvingartilfeingi og tillagar tað til tørvin í staðbundna økinum.

Newton-rúm verða stovnað í tøttum samstarvi við tað staðbundna vinnulívið og verða rikin av einum staðbundnum rakstrarbólki. Bólkurin er samansettur av skúlastjórum, Newton-lærarum og øðrum, sum hóska væl til Newton-rúmið.

Staðbundið vinnulív veitir ofta fíggjarligan stuðul til Newton-rúm, eitt nú til útgerð.
SAMSTARV
Samstarvið við FIRST Scandinavia gevur NOP møguleika at nýta Newton-vørumerkið til at draga at sær íleggjarar og stuðlar frá samstarvspørtum í vinnulívinum ella myndugleikum. NOP rindar eitt árligt gjald fyri hvørt Newton-rúm til FIRST Scandinavia, sum er eigari av hugtakinum.