Newton newtwork.jpg

Newton-netverkið

Øll, ið eru knýtt at einum Newton-rúmi, eru partur av einum størri tjóðskaparligum og altjóða netverki. Skúlamyndugleikar, Newton-lærarar og fyrisitingarligir leiðarar lata til og njóta gott av felags tilfeingi, so at børn og ung fáa frálíkar STEM-upplivingar.
Hægsta og týdningarmesta tilfeingið hjá netverkinum er felags talgildi pallurin hjá Newton, sum hevur eina lýsing av hugtakinum, staðbundnar heimasíður, tilmeldinar- og eftirmetingarskipan, umframt grafisku snið- og vørumerkjavegleiðingina.

Har er eisini eitt Newton-modulsavn, eins og tilfeingi til at menna nýggj modul. Á henda hátt tryggja vit, at dygdargóðar undirvísingargongdir verða deildar í netverkinum. Virkin luttøka í netverkinum gevur eldhug, íblástur og atgongd til dýrmætar royndir og góðan leist (best practice).
Newton-fyrisitingartoymið
Newton-fyrisitingartoymið er partur av FIRST Scandinavia-toyminum og virkar sum miðdepil og stuðulstænasta hjá netverkinum. Fyrisitingartoymið tekur virknan lut í at stovna nýggj Newton-rúm og veitir netverkinum tilfeingi og hjálp til undirvísing, rakstur og útgerð.
SOME - Newton network.jpg